Vinna

Minni útflutningur og innflutningur fyrstu fýra mánaðirnar

...

2018-06-18 10:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Minni útflutt av makreli og laksi

Bæði í nøgd og virði er skrásetti útflutningurin minkaður fýra teir fyrstu mánaðirnar í ár í mun til somu mánaðir í fjør. Tað er serliga minni útflutt av makreli, men eisini útflutningurin av laksi er minkaður í ár. Tó skal viðmerkjast, at allur útflutningurin hesar mánaðir er ikki skrásettur enn, so tá tølini verða endalig, kann væntast, at útflutningurin í 2018 verður nakað størri, enn vit síggja nú.

 

Meira innflutt av byggitilfari og brennievni men minni av akførum
Samanlagt er innflutningurin fyrstu 4 mánaðirnar í ár minkaður við 10%. Men um vit ikki telja skip við, so er talan um ein lítlan vøkstur á 1%. Tað er framvegis stórur vøkstur í innflutningi av tilfari til byggivinnuna, svarandi til 33%, og eisini er virðið av innflutninginum av brennievni vaksið, svarandi til 9%. Hinvegin sæst ein minking í innflutninginum av akførum við 5%.

 

Dagførd og útgreinað hagtøl um útflutningin og innflutningin eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder