2014-11-01 15:55
Allanhalganadag er minningardagur teirra sjólætnu. Í dag verða minningarhald ymsataðni í landinum.
Teir sum farnir eru:
Rani í Billustovu, 20 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. des. 2013
Jens Pauli Juul, 22 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 28. des. 2013
Magnus Pauli Grønagarð, 47 ár, andaðist umborð á Pison 23. jan. 2014
Haefundin Hasanah, 34 ár, ættaður úr Indonesia, sló út við garnabátinum Anitu 11. februar 2014
Klæmint Eli Poulsen, 48 ár, druknaður í bilvanlukku í Oyndarfirði 08. apríl 2014
Sámal J. Debes, 56 ár, andaðist umborð á Stapanum 25. aug. 2014
Gunnar Zachariassen, 22 ár, andaðist umborð á Gamla Skálabergi 25. sept. 2014
Guðs friður veri við minni teirra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald