2015-08-09 18:12
HB skrivar á heimasíðu síni:
Síðan venjarin hjá besta liðnum legði frá sær, hevur verið arbeitt við at finna eina loysn á venjara plássinum. Avloysarin til uppgávuna er funnin innanhýsis.
Milan Cimburovic er klubbvenjari í HB við høvðusábyrgd av ungdómsliðunum í felagnum. Milan hevur øll tey røttu pappírini at taka sær av uppgávuni sum venjari hjá fyrsta liði eisini.
Í fyrsta umfari er talan um eina avtalu ið er galdandi fyri hetta kappingarári. Harumframt hevur Jan Dam fingið í boði at taka taka við sum hjálparvenjari.
Væntandi fellur hetta uppá pláss heilt skjót, so venjaratoymið fær hesa vikuna at arbeiða við liðnum fram til næsta dystin sum verður móti AB í Gundadali.
Við hesum kunnu vit til stuttleikar nevna, at ungdómsdeildin í HB hevur yvirtikið besta liðið. Vit ynskja Milan og øllum rundan um liðið, bestu eydnu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald