Mentan

Mike Perry á Okkara Voxbotn 2018

...

2017-12-15 13:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eins og undanfarin ár verður tað ein av teimum heilt stóru dj???arunum, sum fer at pumpa lív í fjøldina á Okkara Voxbotn 2018. Fyriskipararnir avdúka í dag, at Mike Perry verður eitt av høvuðsnøvnunum á ársins konsertdegi, sum verður í Vágsbotni 30. juni.


Mike Perry fekk sítt heilt stóra altjóða gjøgnumbrot í 2016 við lagnum ???The Ocean???, sum gjørdist ársins summarhitt í 2016. Lagið er spælt næstan 500 milliónir ferðir á Spotify og var eitt tað mest spælda lagið yvirhøvur á Spotify í 2016. The Ocean hevur eisini ligið í topp 10 í fleiri enn 20 londum - harímillum nummar eitt í Svøríki.

Sama kunnu vit siga um løgini ???Inside the Lines???, ???Talk about it???, ???Hands??? og ???Body to Body???, sum eisini hava staðið seg stak væl og eru nógv spæld. Nýggjasta skotið frá Mike Perry er ???Stay Young???, sum uttan iva eisini fer at náa slíkum tølum.Mike Perry hevur eisini staðið fyri fleiri endurspælingum, millum annað av lagnum ???Perfect??? hjá Ed Sheeran.

Mike Perry spældi í ár á Tomorrowland, sum er heimsins størsti elektroniski festivalur. Og komandi summar verður hann eitt av stóru nøvnunum á teimum allar størstu festivalunum kring heimin.

So tað er eingin ivi um, at hetta er ein harri, ið fer at fáa fjøldina á kók eins og aðrir DJ???s hava gjørt á Voxbotn.

Umframt Mike Perry, hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Nephew, Gilli, Byrta, Hardinger Band, Danny & The Veetos og Hamradun eisini fara at luttaka á Voxbotn 2018. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði - bæði føroysk og útlendsk.

Forsølan til Okkara Voxbotn 2018 hevur gingið sera væl. Ongantíð áður eru so nógv atgongumerki seld í forsølu um hesa tíð og fyriskipararnir vænta tí, at tað verður útselt um heilt stutta tíð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder