Mentan

Miðnám í Vestmanna bjóðar til ???opið hús???

...

2017-03-03 11:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mánakvøldið 6. mars kl. 19.30 bjóðar tilfeingisbreytin á Miðnámi í Vestmanna øllum at vera hjartaliga vælkomin, sum vilja vita meira um gymnasialu tilfeingisbreytina og síggja stásiligu hølini hjá skúlanum. Tiltakið er serliga ætlað ungum, sum ætla sær at søkja inn á miðnám, og teirra foreldrum, men øll áhugaði eru vælkomin.

Umsóknarfreistin til miðnámsskúlarnar er 15. mars. Tí fara vit at kunna um útbúgvingartilboðið á skúlanum við m.a. framløgum og filmsbrotum, og vitjandi fáa eisini høvi til at tosa við leiðslu, lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar. Ein kaffi- ella temuður við onkrum góðum afturvið verður eisini at fáa.

Tilfeingisbreytin er serliga ætlað ungdómum, sum hava áhuga fyri náttúru, umhvørvi og burðardygd. Stutt sagt er talan um eina grøna gymnasiala breyt, sum tekur trý ár. Breytin gevur almennan lestrarførleika til hægri lærustovnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder