Nú koma teir aftur. Bólkurin Michael Learns to Rock hevur áður prógvað, at hann spælir sera væl saman við føroyskum áhoyrarafjøldum, og nú kemur Michael Learns to Rock aftur at framføra fyri føroyingum á Okkara Voxbotn 2019.
Teir tríggir Jascha Ricther, Mikkel Lentz og Kåre Wanscher byrjaðu bólkin í 1988, og bólkurin hevur vunnið hópin av gull og platin fyri sínar útgávur. Eisini hevur bólkurin vunnið fleiri virðislønir, m.a. eina ???The Best Performing Act of the Year??? Grammy virðisløn í Singapore.
Bólkurin hevði eitt ótal av hittum í 90unum, og hevur givið út 9 plátur.The Actor,That´s why you go awayog25 minuteseru sangir, ið áður hava fingið føroyskar áhoyrarar at syngja við, men til komandi framførslu hevur bólkurin eisini nýtt tilfar. 21. mars í ár gav bólkurin út sína 9. útgávu,Still, og bólkurin hevur spælt nógv í fjareystri síðani, her teir javnan spæla stórar stadion konsertir fyri 20 ??? 30.000 fólkum. So talan er um ein bólk í toppformi, sum kemur at læra okkum at rokka, tann 29. juni.
Frammanundan er longu greitt, at heimskendi úrmælingurin Lost frequencies, Hanus, Páll Finnur Páll, VSJ og Frum fara at framføra á Okkara Voxbotn 2019 sum verður tann 29. juni.
Atgongumerki fáast í Power í SMS, Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald