Vinna

MEST veitir neyðstreym til Bakkafrost Norðuri á Strond

...

2018-09-13 10:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

MEST veitir neyðstreymsanlegg til smoltstøðina hjá Bakkafrost norðuri á Strond

Í hesum døgum stendur MEST fyri uppseting av neyðstreymsanleggi til stóru smoltstøðina hjá Bakkafrost norðuri á Strond í Klaksvík. Talan er um 3 generatorsett við eini orku á íalt 5,4 MW frá stóra altjóða veitaranum FG. Wilson.

FG Wilson eru ikki sørt stoltir av at veita eina skipan til heimsins størstu smoltstøð. Somuleiðis nevna tey í tíðindaskrivi, at nýggja skipanin til Bakkafrost kann veita streym svarandi til 10% av samlaðu elorkuni í Føroyum. Somuleiðis eru tey bergtikin av okkara vøkru oyggjum. Hetta sæst á heimasíðuni hjá MEST har eisini ein leinkja er løgd út.

Sí leinki frá FG Wilson:http://www.mest.fo/uk/?q=node/139

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder