
MEST hevur undirskrivað sáttmála við skipasmiðjuna Western Baltija Shipyard í Litava um bygging av skrokkinum til nýggja føroyska havrannsóknarskipið
Sáttmáli var í dag undirskrivaður í býnum Klaip??da í Litava um bygging av skrokkinum til nýggja havrannsóknarskipið. Talan er um eina skipasmiðju við drúgvum royndum, sum hevur veitt skrokkar til skipasmiðjur í millum annað Noregi, Danmark og Týsland í mong ár.
Valið fall á júst Western Baltija skipasmiðjuna tí at góðska, umstøður og annað talaðu fyri tí???, sigur stjórin á MEST, Mouritz Mohr, í stuttari viðmerking úr Litava.
Tað er Føroya Landsstýri, sum hevur gjørt sáttmála við MEST um at byggja skipið.
Skrokkurin verður væntandi liðugur á sumri 2019. Tá kemur skrokkurin inn á MEST á Skála har skipið verður gjørt liðugt. Skipið skal verða liðugt á sumri 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald