Vinna

MEST latið tvíkiljuna Kópastein til Bakkafrost í dag

...

2017-11-09 11:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá MEST 9 november 2017

Eftir at hava latið tvær tvíkiljur fyrr í ár varð triðja tvíkiljan, Kópasteinur, latin í dag frá Skipasmiðjuni MEST í Havn

MEST letur sostatt fýra tvíkiljur til Bakkafrost í ár. Tann fjórða verður handa í desember. Alt arbeiðið er gjørt í Føroyum ??? eisini skrokkurin. Tíðarætlanin hevur hildið og eru báðir partar væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna.

???Tvíkiljurnar hava roynst væl og liggja serliga væl í sjónum ??? eisini í vánaligum veðri???, sigur Jón Purkhús, deildarleiðari fyri aliøkið norður hjá Bakkafrost. ???Henda nýggjasta tvíkiljan sær út til at vera á minst sama støði sum hinar???.

Kópasteinur, sum er nýbygningur 111 á MEST, er 15 m langur og 7 metrar breiður. Tvíkiljan er útgjørd við MELCAL krana og 2x450 HK Cummins høvuðsmoturi, einum 70 kW Cummins hjálpimotori og 15 tons deksspæli. Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

???Aftaná at hava bygt tvær tvíkiljur fyrr í ár eru vit sera fegin um at fáa møguleikan at lata Bakkafrost enn eina góða tvíkilju. Arbeiðið hevur gingið sera væl og er hetta við til at styrkja um okkara førleikar innan økið???, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder