Vinna

MEST hevur latið tvíkilju nr 4 til Bakkafrost

...

2018-01-02 14:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

MEST hevur latið tvíkilju nr 4 latin til Bakkafrost í dag.

Talan er um nýbygning nr. 112 á MEST.

Myndirnar eru frá MEST.

MEST skrivar í einum tíðindaskrivi í dag, at eins og við undanfarnu tvíkiljum er alt arbeiðið gjørt í Føroyum ??? eisini skrokkurin. Tíðarætlanin hevur hildið, og eru báðir partar væl nøgdir við nýggju tvíkiljuna.

Oddvald Olsen, sum er deildarleiðari fyri aliøki Vestur hjá Bakkafrost, tók ímóti tvíkiljuni á eini móttøku, sum var á Skála í dag.

Skoragjógv, sum er nýbygningur 112 á MEST, er 13 m langur og 6 metrar breiður. Tvíkiljan er útgjørd við MELCAL krana og 2x279 HK Cummins høvuðsmoturi, einum 70 kW Cummins hjálpimotori og 10 tons deksspæli. Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

- Arbeiðið hevur gingið sera væl og er hetta við til at styrkja um okkara førleikar innan økið, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST, í hesum sambandi.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder