Mentan

Mentanarvirðisløn landsins 2018 ??? Bárður Jákupsson

...

2019-01-23 21:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Mentanarvirðisløn landsins 2018 verður latin Bárði Jákupsson, listamanni, við hesi grundgeving:

???Náttúran er einki, myndin av henni er alt, hevur eitt modernað listafólk einaferð sagt. Tað var ein avbjóðandi útsøgn, men í henni er eisini ein sannleiki ??? og hann er avgjørt galdandi fyri ein listamann sum Bárð Jákupsson. Hann hevur í mong ár verið hugtikin av berginum, sum so stórsligið hevjar seg upp úr havinum við føroysku strendurnar.??? Soleiðis stóð skrivað í innbjóðing til framsýning í Listasavninum fyri fimm árum síðan.

Í myndlistini hevur Bárður Jákupsson heilt frá ungum árum víst eitt sjáldsamt treiskni, áhaldni, hegni, dirvi og serligan dugnaskap.

Náttúrulýsingarnar í myndunum eru rytmiskar og stórbærar. Í litum og myndevnum sæst ein kærleiki til náttúruna, upphav til grøði og lív. Mensk megi og musikalitetur hómast mangastaðni í hansara myndlist. Ofta eru myndirnar eksplosivar, men tær eru eisini nemandi og inniligar.

Bárður Jákupsson er eisini ein av okkara virknastu bókateknarum. Í meira enn eina hálva øld og í eini tíð, tá ið sigast má, at tekningar í bókum vóru sum lundi á jólanátt, hevur hann myndprýtt eina ørgrynnu av barnabókum, skúlabókum, yrkisbókum, stuttsøgum og tíðarritsgreinum, heilt frá Míni jólabók í fimmtiárunum, tíðarritinum Mondli í sjeyti- og áttatiárunum og til Móðurmálsorðabókina í 1998. Allastaðni hava eyðkendu strikurnar hjá Bárði sett sín livandi dám.

Fyri stóra eldhugan og fjølbroytta listarliga virksemið hansara verður Mentanarvirðisløn landsins 2018 latin Bárði Jákupsson.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder