Vit ganga móti ljósari tíðum og kommunan er farin undir at fyrireika árligu mentanarvikuna, sum í ár verður í døgunum 13.-19. apríl.
Fyrireikarnir eru sera spentir og gleða seg til eina góða og innihaldsríka mentanarviku. Í fjør hepnaðist mentanarvikan-við meira enn110 tiltøkum-sera væl. Nógv var at fara til,og forkunnug tiltøk vera enn havd á munni.
Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er sermerkt á tann hátt,at sjóneykan verður sett á søgu og samtíð, størri og smærri konsertir og list- umframt ymiskt skeiðsvirksemi, kjak og upplivingar av alskyns slag til allar aldursbólkar. Tilboð frá áhugaverda og umfatandi handilslívinum verða eisinitil Open by Night. Eins og í fjør verður mentanarvikan sjónlig í allarikommununi. Í næstum verður avdúkað,hvørji tónleikanøvn verða.
Ennber til at fáaplássfyri onkrum tiltaki í skránni. Fólk eru vælkomin at setaseg í samband við Visit Runavík; telefon417060ella t-postur:[email protected]
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald