Mentan

Mentanarnátt í Pakkhús 5

...

2019-05-29 15:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fríggjadagin verður árliga Mentanarnáttin á Tvøroyri, og aftur hesa ferð verða tiltøk í Pakkhús 5 á havnlagnum.

Skráin er henda:

16.00 Pakkhús 5 letur upp.
Umframt vanligu framsýningina við lutum og veggjamyndum um søguna hjá T.F.Thomsen, ber til at síggja upprunaskeytið og onnur skjøl um Westward Ho, ið verður 135 ár í ár.


16.30 ???En klassresa???.
Ida Pettersson giftist keypmanninum Hans Georg Thomsen, og búðu tey í góð 30 ár á Tvøroyri.
Men hvør var henda svenska kvinnan, sum gjørdist ættmóður at Thomsen fólki á Tvøroyri, men ongatíð tosaði um sín uppvøkstur?
Rókur Tummasarson sigur frá, hvat hann hevur funnið fram til um upprunan hjá langommuni.


17.15 Okkara Petur bjóðar smakkiroyndir

Petur Petersen greiðir frá framleiðsluni hjá Okkara, og møguleiki er at royna smakkiroyndir av frálíku bjórunum hjá bryggjarínum á Velbastað.

Skráin fyri Mentanarnáttina á Tvøroyrier spekkað við áhugaverdum tiltøkum fyri bæði børn og vaksin, og sæst hon her:

https://en.calameo.com/books/005899669247aec386719

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder