2016-05-21 09:41
Leygarkvøldið fyri ólavsøku verður gongugøtan í Havn fylt við tónleiki og veitslulag, tá Tórshavnar Ítróttarráð fyri triðju ferð skipar fyri Tórsfest.
Millum mongu bólkarnar, sum fara á pall hetta kvøldið, verður MC-Hár. Og tað verður grópað djúpt niður í lagaskjáttuna, tá hesin legendariski rokk/rappbólkurin fer at framføra í gongugøtuni í Havn, leygarkvøldið 23. juli.
Síðani 16. februar 1991 hevur MC-Hár verið við til at mynda tónleikalívið í Havn og tí kann hetta óskikkiliga barnið í ár halda 25 ára føðingardagsveitslu. Fyrsta rimmar veitslan var í Reinsarínum fyrr í ár og ætlanin er at halda eina uppaftur størri veitslu á tremur við kærleika og yvirkroppi á Tórsfest.
Tað vóru rappararnir MC-Allah og Niels Uni Dam, sum stovnaðu bólkin í 1991. Hvørgin teirra var nakar stórur sangari, so hóast áhugin fyrst og fremst var fyri tungmálmi og rokki, so valdu teir heldur at rappa.
- Eg rappi, tí eg ikki dugi at syngja, eg rappi fúlt, tí eg ikki dugi so væl at rappa, sigur Niels Uni Dam.
Í byrjanini vóru tað bert teir báðir sum rappaðu. Teir luttóku m.a. við bólkum sum Paria og Panic, men tá Tróndur Bogason kom við, tók bólkurin skjótt skap og lagsskrivingin tók tá veruliga dik á seg.
Síðan tá hevur bólkurin spælt ikki minni enn á 11 ólavsøkukonsertum umframt á eini rúgvu av øðrum konsertum og festivalum.
Umframt luttøku á nógvum livefløgum, hevur MC-Hár lagt tvær útgávur eftir sær, ???Framvegis uttan vit??? og ???Burn me???. Í februar í ár gav MC-Hár sítt fyrsta staklag í nógv ár "Exit Tórshavn" út, og lagið hevur verið nógv at hoyrt í útvarpi síðan tá.
Manningin var í nógv ár skiftandi, men í 2003 fall núverandi manning endaliga uppá pláss. Teir, sum mynda bólkin í dag, eru Niels Uni Dam, Rókur Jákupsson Jakobsen, Tróndur Bogason, Jens Virgar Jakobsen, Jónas Bloch Danielsen, Heri Reynheim og Rani Hammershaimb Christiansen.
Nú verður so møguleiki at hoyra legendariska bólkin á síni 12. ólavsøkukonsert á Tórsfest, leygarkvøldið 23. juli.
Umframt MC-Hár er longu kunngjørt, at heimstjørnan Sean Kingston kemur hendan vegin at framføra, vælumtókti danski bólkurin Saybia, okkara egnu Týr og Marius fara eisini á pall í gongugøtuni hetta kvøldið. Komandi tíðina verða enn fleiri føroysk og útlendsk nøvn avdúka.
Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.
Forsølan av atgongumerkjum til Tórsfest 2016 er byrjað og atgongumerki fáast í Kunningarstovuni í Havn og á ebillett.fo. Tórsfest er ókeypis fyri børn til og við 13 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald