
Í vikuni verður mjólk við D-vitamin ískoyti at síggja á køluhillinum um allar Føroyar. D-vitaminmjólkin verður at fáa sum lættimjólk, ið frammanundan er sera væl umtókt millum kundarnar hjáokkum.
Norðurlond eru í einari serstøðu í mun til manglandi sólarljós, tí at sólin stendur so lágt hjá okkumum veturin. Tað er neyðugt at vit fylla í okkara goymslu um summarið, men í føroyum fáa vit ikkieins nógv sólarljós á húðina í summartíðini.
Tíbetur eru ráð fyri hvussu vit í føroyum kunnu upptaka D-vitaminina uttan nógv sólarljós.Pál Weihe, professari í fólkaheilsu sigur, at føroyingar kunnu leggja seg eftir at fáa ískoytiðígjøgnum feitan mat, eitt nú úr feitum fiski.Hann vísir á, at mjólk við D-vitamin er eitt gott ískoyti hjá teimum, sum mangla týdningarmikluvitaminina í kroppinum.
Tað er millum annað út frá heilsufakligu áheitanini, at MBM hevur valt at seta lættimjólk við Dvitaminískoyti í framleiðslu. Eitt glas við umleið 2 dl av D-vitamin mjólk svarar til 20 % av Dvitaminnøgdini,sum tilráðingin mælir okkum til at fáa dagliga. D-vitamin mjólkin verður seld ílitur pakkum, og prísurin kemur at vera tann sami sum á vanligu lættimjólkini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald