Ítróttur

MB vinnari av 2. deild hjá monnum

...

2014-09-28 01:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Næstseinasta umfar í 2. deild er leikt í dag. Toppliðið MB leikti javnleik í Miðvági ímóti B68 - Seinasti dystur í næstseinasta umfari byrjaði ikki fyrrenn kl. 19 í kvøld, dysturin var millum Giza/Hoyvík og B36, um B36 vann dystin, so høvdu teir møguleika, at koma uppá eins nógv stig sum MB, men treytin var, at MB tapti sín dyst í seinasta umfari.

Nú er úrslitið frá dystinum Giza/Hoyvík - B36 komið - Giza/Hoyvík vann 8-0.

Sostatt er MB áðrenn seinasta umfar vinnari av 2. deild hjá monnum - Hjartaliga tillukku MB.

Sí eisini her:

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder