Mentan

Martin Jensen kemur aftur til Føroya

...

2019-06-08 12:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í 2016 fekk hann Voxbotn á kók, tá hann framførdi fyri einari hóppandi fjøld í Vágsbotni. Nú kemur hann aftur, og fer at gera gongugøtuna í Havn til eitt dansigólv, tá hann trínur á pallin á Okkara Tórsfest tann 20. juli.

Hóast Martin Jensen bara er 27 ár, hevur hann sligið seg fastan sum ein tann besti DJ í heiminum. Hann spælir á teimum allar størstu pallunum, og hann framleiðir hitt aftaná hitt. Á stroymingtænastum er sjón fyri søgn. Í skrivandi løtu hevur lagið ???Solo Dance??? meira enn 517 milliónir stroymingar! ??randi tøl. Vit kunnu gleða okkum til eitt show í heimsflokki, tá Martin Jensen pressar hátalararnar í botn.

Frammanundan er longu greitt at nøvn sum Suspekt, Halberg & Friends, Dee Snider og Hjalmer Larsen fara at framføra á Okkara Tórsfest 2019. Atgongumerki fáast á ebillet.fo og í Power í SMS og í Fast handlunum kring landið fyri kr. 495,-

Okkara Tórsfest er stuðla av:

Power, SMS, Norðoya Sparikassa, Fast, Hvonn, Atlantic Airways og Okkara.

Tónleikur. Tórshavn. Tað er Tórsfest.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder