Mentan

Martin Jensen á Voxbotn 2017

...

2017-02-17 15:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á 10 ára føðingardegnum hjá Ungdómsdeildini hjá Eik varð í dag avdúkað, at Martin Jensen verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall á ársins konsertdegin, 24. juni í Vágsbotni. Somuleiðis varð avdúkað, at Signar í Homrum eisini verður millum nøvnini á ársins konsertdegi.


Martin Jensen er ein danskur DJ, sum í 2015 fekk sítt heilt stóra gjøgnumbrot við lagnum "Miracles???. Lagið vann gull í Danmark og varð sera nógv spælt á flestu útvarpsrásum í Norðurlondum.

Næsta lagið frá Martin Jensen kallast "All I Wanna Do???, sum kom út í 2016. Hetta lagið hevur eisini klára seg væl um okkara leiðir.

Nýggjast hittið frá Martin Jensen kallast "Solo Dance???, sum júst er komið út. Lagið er longu spælt meira enn 90.000.000 ferðir á Spotify og kom beint inn á topp 10 í bæði Danmark, Svøríki og Norra.

Nú fáa so allir dansiglaðir føroyingar møguleika at uppliva Martin Jensen í Vágsbotni, har hann uttan iva fer at seta lív í alla fjøldina við sínum glaða tónleiki.

Signar á Voxbotn 2017
Signar í Homrum telist millum best umtóktu tónleikararnar í landinum í løtuni. Vit kenna hann við løgum sum ???Tað er gott at elska???, ???Mín skattur??? og ???kærleikans mátt???, sum nærum eru blivin fólkaogn.

Signar hevur verið virkin tónleikari og sangskrivari í yvir 25 ár, har hann spældi nógv ár við bólkinum Kjølum. Seinnu árini hevur hann verið sangari í bólkinum Rox samstundis sum hann hevur staðfest sína støðu sum solistur. Signar spælir á Voxbotn saman Henningi Nicodemussen á trummum og John Johansen á bass.

Umframt Martin Jensen og Signar í Homrum, hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Jonas Blue, Thomas Helmig og Gulddreng eisini fara at luttaka á Voxbotn 2017. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði.

Forsølan til Voxbotn 2017 hevur gingið sera væl. Ongantíð áður eru so nógv atgongumerki seld í forsølu um hesa tíð, og tí vænta fyriskipararnir, at tað aftur hesaferð verður útselt lang áðrenn tiltakið fer at byrja.

Atgongumerki í forsølu til Voxbotn 2017 fáast í Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Havn, Expert í SMS og á ebillett.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder