Í næstum gevur Keldan út nýggja fløguna hjá bólkinum Marstin and the Revelators. Fløgan ber heitið ???Reach for the heights???. Á fløguni eru 9 løg, sum Martin í Grund hevur skrivað, herav eitt saman við Dan Danielsen. Hetta er onnur útgáva hjá bólkinum.
Tekstirnir eru ílætnir ljóðbland, ið ber brá av at vera rockabilly og laid back poppur.
Teir, ið manna bólkin, eru Martin í Grund, Pauli Reinert Poulsen, Dávid í Lág, Jasmin Jovanovic, Símun C. Olsen og Høgni Reinert Hansen.
Í sambandi við útgávuna verður ein útgávukonsert í Kelduni 16. desembur kl. 20. Embers, ið er ein nýggjur bólkur mannaður av Annbritt Lamhauge, ??lavur Abrahamsen og Karstin Justesen koma at hita upp.
Møguligt verður at keypa nýggju fløguna hetta kvøldið og verða 10% av søluni koyrt óskert víðari til barnaheimið í Havn. Eisini verður møguligt at fáa kaffi og køkur eftir konsertina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald