Mentan

Marjun í Kálvalíð sóknarprestur í Vága prestagjaldi

...

2019-05-07 10:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder
Vága prestagjald hevur í mong ár havt eina normering á 1,5 sóknarprest. Norðstreymoyar vestara prestagjald og Vága prestagjald hava samstarvað við atliti at sóknarprestinum við bústaði í Vestmanna.

Í januar 2019 varð eitt fulltíðar embæti játtað Vága prestagjaldi.

Norðstreymoy varðveitir tey trý embætini. Í Norðstreymoyar vera tveir sóknarprestar. Í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi er ein sóknarprestur.

Atlit vórðu tikin til veruleikan, at Marjun í Kálvalíð longu var kallað sum sóknarprestur í omanfyri nevndu prestagjøldum. Virðingin fyri kallinum bar í sær, at farið varð undir eina tilgongd, har allir avvarðandi partar vórðu kunnaðir og hoyrdir.

Eftir samráð við kirkjuráðini í Vága prestagjaldi, Prestafelagið og Mentamálaráðið, verður boðað frá, at Marjun í Kálvalíð røkir nýggja fulltíðar embæti í Vága prestagjaldi frá 1. september 2019.

JF

Kelda: Fólkakirkjan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder