2017-07-04 13:55
Mikudagin tann 5.juli letur Marius Olsen upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum, Klaksvíksvegur 48.
Fernisering verður mikudagin 5. juli kl. 18. og verður tá eisini møguleiki at heilsa uppá listamannin sjálvan.
Umframt lættari ábit, kemur Hans Andrias Jacobsen at takað sær av tónleikinum og Signhild Vilhelmsdóttir Johannesen, forkvinna í mentanarnevnini hjá Klaksvíkar Býráð kemur at røða.
Talan er um eina søluframsýning, sum hongur uppi fram til 6. august.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, er opin mánadag til fríggjadag frá kl. 14:00 til 17:00 og sunnudag frá 14:00 til 17:00.
??ll eru hjartaliga vælkomin !
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald