2017-04-30 21:40
Leygarkvøldið 22. juli verður gongugøtan í Havn aftur fylt við tónleiki og veitslulag, tá fleiri útlendsk og føroysk nøvn fara á pallarnar, ið verða settir upp niðast í gongugøtuni. Hetta verður fjóðru ferð, at Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri Tórsfest, og seinast gjørdist útselt langt áðrenn Tórsfest byrjaði, tá 4.000 fólk vóru á Tórsfest.
Nýggjastu nøvnini á plakatini hjá Tórsfest 2017 eru Hans Marius Ziska og Hamradun.
Oddamaðurin Hans Marius Ziska gjørdist veruliga kendur á føroyska tónleikapallinum í Prix Føroyum 1999, tá Flux í hvítum ketildraktum, fingu allar føroyingar at nikka við til Mr. Headless. Flux var eins og Marius Ziska í stóran mun Hans Marius, og longu tá var týðiligt, at her var talan um ein ungan mann við ótrúliga góðum oyra fyri góðum popprokkløgum.
Hann hevur síðan tá roynt seg innan tungmálm, rokk og seinastu árini við inniligum alternativum poppi, har hann veruliga er farin at blóma.
Tá Visit Faroe Islands skuldi velja ein føroyskan sang til sína lýsingaherferð fyri Føroyum sum ferðaland á vetri, so fall valið á lagið Going Home við Marius Ziska. Hetta melankolska lagið saman við vøkru myndunum av Føroyum skapa eina ótrúliga inniliga mynd av okkara landi.
Hamradun
Pól Arni Holm, sum er sangari og oddamaður í fólkarokkbólkinum Hamradun, hevur áður verið sangari í Týr, har hann var við á fyrstu útgávuni hjá bólkinum ???How Far To Asgaard??? frá 2002.
Í 2015 gav bólkurin sína fyrstu fløgu út. ??tgávan er á føroyskum, og tónleikurin ferðast í einum heimi av føroyskum sagnum og vísum, og kann bólkast sum fólkarokkur, tá hann er best. Við útgávuni eru Føroyar í dag ríkaðar við einum kvæða- og vísurokk verkið við Hamraduni, ið kemur at standa sum ein varði í føroyskari tónleikasøgu. Spennandi verður at uppliva hetta á Tórsfest, 22. juli
Teir í manna Hamradun eru Pól Arni Holm, Uni Debess, John Egholm, Finnur Hansen, Heri Reynheim og Rani H. Christiansen.
Umframt Marius og Hamradun er longu kunngjørt, at John Martin, Michel Zitron, David Bickler úr Survivor, Poul Krebs, Michael Falch, Friðrik Dór, Konni Kass, Swangah og Páll Finnur Páll eisini verða millum nøvnini á Tórsfest 2017.
Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.
Forsølan av atgongumerkjum til Tórsfest 2017 gongur væl og atgongumerki eru at fáa í Kunningarstovuni í Steinatúni, Vodafone-handlunum kring landið og á ebillett.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald