Hans Marius Ziska hevur verið fastur og fúsur á føroyska tónleikapallinum síðani bólkurin Flux gjørdi sína innrás í Prix Føroyar kappingini í 1999, tá landaplágan Mr. Headless sá dagsins ljós. Seinastu nógvu árini hevur Hans Marius framført undir navninum Marius, og bólkurin hevur megnað at skriva tónleik, sum fær føroysku fólkasálina at darra. Hansara inniligi tónleikur hevur fingið fastatøkur her í Føroyum, og eisini uttanlands sleppur hann at royna seg á ymsum pallum.
Marius hevur givið út fleiri fløgur, og nýggjasta útgávan, Portur, varð útgivin fyrr í ár. Við løgum sumNærveran,Silvurlín,VillingarsjóninogGoing Homeí skjáttuni, kunnu vit vænta eina einastandandi løtu saman við Marius.
Frammanundan er longu greitt, at heimskendi úrmælingurin Lost frequencies, Michael Learns to Rock, VSJ, Páll Finnur Páll, Eyðun og Terji, Frum og fleiri onnur fara at framføra á Okkara Voxbotn 2019 sum verður tann 29. juni.
Atgongumerki fáast í Power í SMS, Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald