Hetta er fyrsta tvíkiljan, sum MEST nú fær høvi til at byggja fyri Marine Harvest. Nýggja tvíkiljan skal latast eigarunum í juni komandi ár
Sáttmáli varð fyrr í vikuni undirskrivaður millum Marine Harvest og Skipasmiðjuna MEST um bygging av eini nýggjari tvíkilju. Alt arbeiði verður gjørt í Føroyum ??? eisini skrokkurin.
Tann nýggja tvíkiljan verður bygd til aliøki í Sundalagnum og fær heimstað í Haldórsvík. MEST hevur latið tríggjar tvíkiljur fyrr í ár og eina nú í desember frá skipasmiðjuni í Havn til Bakkafrost.
Nýggja tvíkiljan, sum er nýbygningur 114 á MEST, er 15 m long og 7 metrar breið. Tvíkiljan er útgjørd við MELCAL krana og 2x450 HK Cummins høvuðsmoturi, einum 70 kW Cummins hjálpimotori og 15 tons deksspæli. Nýggja farið er útgjørt við WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.
???Vit fegnast um at hava fingið loyvi til at loysa hesa uppgávuna fyri Marine Harvest. Tað er altíð ein stórur dagur tá byrjað verður uppá eina nýggja verkætlan. Vit meta, at okkara royndir innan bygging av tvíkiljum seinasta hálvt annað árið skapa góðar fortreytir fyri eini góðari føroyskari loysn.???, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald