Mentan

Maria: - Eg vil geva eitt frískt íkast til kirkjurnar her

...

2019-08-23 14:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fólkakirkjan:

VESTMANNA: ???Tað eru ikki smáir skógvar eg havi fingið at traðka í, tí eg veit, at fólkini í kirkjunum her hava verið sera glað fyri Marjun í Kálvalíð. Og sjálv dámar mær hana sera væl sum prest???.

Sunnudagin byrjar prestastarvið í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi hjá teirri 28 ára gomlu Mariu Summers við Skipá.

Klokkan 11 verður hon prestvígd í Dómkirkjuni, og seinni sama dag verður hon innsett sum prestur við eina gudstænastu í Vestmanna kirkju. Tað er eisini í hesi bygdini at hon kemur at búgva.

Arbeiðsøkið hjá henni verður í fyrstu syftu kirkjurnar í grannabygdunum. Og nú hon skal byrja gerning sín, er tað við stórari virðing fyri Marjun í Kálvalíð, ið var har frammanundan, - og við stórum eyðmjúkleika móti teimum kirkjunum, hon er sett at røkja.

- Ja, eg vóni, at eg kann geva eitt frískt og jaligt íkast til kirkjurnar í Vestmanna, Kollafirði og í Kvívík.

- Men tað er umráðandi, at eg finni mín egna samleika í prestagerninginum. Og eg vóni tí, at tað fer at bera gleði til fólkið í bygdunum og hjá teimum, ið koma í kirkju, leggur hon aftrat.

Fyrr í vikuni høvdu vit samrøðu við Mariu um gudfrøðislesnaðin og andaligu bakgrund hennara. Nú verður nortið við hetta prestagjaldið, har hon fer at virka sum prestur.

V??L M??TTIKIN
Tá ein nýggjur prestur kemur til eitt øki, tekur tað sína tíð at fáa øll viðurskifti uppá pláss, og so smátt byrja at læra kirkjufólkið at kenna.

Maria er tó ikki heilt ókend í Vestmanna. Meðan hon las til prest, hevði hon í praktikkini eina føstugudstænastu í Vestmanna kirkju, har hon møtti fleiri av fólkunum á fyrsta sinni.

- Har nevndi onkur eisini, at prestastarvið fór at verða lýst leyst um ikki so langa tíð, sigur Maria, og leggur aftrat:

- Mín fyrsta fatan av kirkjufólkinum í Vestamanna var tí sera positiv. Eg føldi meg væl móttikna har, og fólkini vóru sera blíð og prátingarsom.

Hon hevur annars tosað við undanfarna prestin, Marjuna í Kálvalíð, áðrenn hon var til samtalu í Vestmanna kirkju, har hon sett henni nakrar spurningar um kirkjuna, bygdina og annað.

- Eg var tí eitt sindur fyrireikað, og visti eitt sindur um tær ymisku gudstænasturnar, sum verða hildnar her gjøgnum árið.

??T MILLUM F??LKIÐ
Í økinum kring Norðstreymoyar vestara prestagjald virka fleiri aðrir prestar. Og tað fer tí at vera natúrligt at teir koma at samstarva.

Enn veit Maria Summers við Skipá ikki júst, hvussu hetta samstarvið skal skipast.

- Men eg síggi fram til eitt gott samstarv við prestarnar í Vágum og Norðstreymoy. Tey hava øll longu verið sera fyrikomandi og hjálpsom, tá eg havi havt spurningar um eitthvørt.

- Annars gleði eg meg at koma út millum fólkið, og brúka eitt sindur av tí lærdómi eg havi nomið mær tey seinastu sjey árini. Tað verður deiligt at fáa praktiskar royndir, og ikki bara teoretiskar. Umframt tað, so gleði eg meg at koma at møta og kenna tey fólkini, sum eru í Vestmanna, Kollafjarðar og Kvívíkar kirkju og bygd.

- Tað verður eisini spennandi at flyta til Vestmannar, tá bæði eg og maðurin eru fødd og uppvaksin í Havn. Men eg gleði meg til at røkta tey ymisku økini, ið ein prestagerningur hevur við sær, og til at finna mín egna veg og koma til rættis í tí heila, leggur nýggi presturin aftrat.

DUGDI B??NIRNAR UTTANAT
Sunnudagin byrjar so prestagerningurin hjá Mariu, og gerandisdagurin við øllum tí, ið ein prestur skal taka sær av, fer at byrja.

Fyri Mariu Summers við Skipá er tað, sum hon sjálvur tekur til: ???ómetaliga umráðandi at minnast til tey, ið ikki longur eru før fyri at koma í kirkju til gudstænastu, annaðhvørt tí tey eru vorðin ov gomul ella eru sjúk???.

- Tá eg var heima í praktikk, hevði eg nakrar gudstænastur á ellisheimum. Har upplivdi eg ta einu ferðina, at ein eldri kona bað við, tá eg bað inngangsbønina og útgangsbønina - og eisini kirkjubønina. Hon dugdi tær allar uttanat!

- So eg kann hugsa mær, at kirkjan hevur verið ein stórur partur av hennara lívi. Fyri mær var hetta eitt dømi um, hvussu nógv tað kann hava at siga fyri onkran, tá man hevur gudstænastu í ellis- og røktarheimum, vísir hon á.

Í fleiri av bygdunum eru missiónshús, og er væl hugsandi, at hon fer at samstarva við tey, ið hava sín gerning her.

- Eg ivist ikki í, at missiónshúsini gera eitt gott arbeiði, og tað kann tí bara verða gott við góðum samstarvi millum kirkju og missiónshús, sigur Maria Summers við Skipá at enda í samrøðuni.

(Fyrri partur av samrøðuni við Mariu Summers við Skipá stóð at lesa her á heimasíðuni týsdagin 20. august 2019)

Orð: Snorri Brend
Myndir: Birgir Waag Høgnesen/R7

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder