Tað er sera stórur áhugi fyri málingaframsýningini, sum verður í Skúlanum við Løkin á páskum.
Freistin at melda til, er 27. mars. Væntandi fara at verða einir 170 málningar við á framsýningini.
Málningaframsýningin verður opin páskadag og annan páskadag frá kl. 15.00 til kl. 20.00.
Etly Nord Højgaard, forkvinna í Mentanarnevndini í Runavíkar býráð, setur framsýningina, eisini verða sangframførðslur á skránni. Atgongumerkið er samstundis lutaseðil til ein málning, og høvi verður eisini at keypa lutaselðar til málning, ið verður burturlutaður. Drigið verður ímillum atgongumerki og lutaseðlar áðrenn afturlatið verður 2. Páskadag.
??keypis kaffi og køkur verður til tey vitjandi.
Hetta hevur í nógv ár verið eitt afturvendandi tiltak, sum hevur verið væl vitja. Framsýnararnir eru alt frá teimum, ið royna seg á fyrsta sinni, til listafólk við drúgvum royndum.
Peningurin, sum kemur inn frá tiltakinum, fer óskerdur til skótahúsið við Løkin, ið er karmur um arbeiðið hjá KFUM skótunum á Skálafjørðinum.
Tilmelding kann gerast, við at senda teldupost til: [email protected]
Tey, sum ynskja at fáa meira at vita um málningaframsýningina, kunnu venda sær til
Marnu Knudsen, telefon 225253 ella Remy á For, telefon 552552
KFUM Skótarnir við Løkin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald