Tíðindaskriv frá Alzheimerfelagnum
Forkvinnan seinastu mongu árini, Halldis Joensen, hevur valt at fara frá sum forkvinna. Nevndin fyri Alzheimerfelagið hevur á fundi valt at umskipa nevndina soleiðis, at Malan Mohr er vald nýggj forkvinna fyri Alzheimerfelagið.
Nevndin, sum er sett saman av avvarðandi og fakfólkið, sær nú soleiðis út
Malan Mohr, forkvinna
Ann-Mari Jensen, næstforkvinna
Elin N. W. Tausen, skrivari
Halldis Joensen, kassameistari
Karlon Winther, nevndarlimur.
Alzheimerfelagið hevur sum aðalmál at stuðla og hjálpa demenssjúkum og avvarðandi teirra, umframt at upplýsa og samstarva við lands- og kommunupolitikarar, aðrar myndugleikar og feløg. Nevndin fyri Alzheimerfelagið hevur sett sær sum mál at blíva eitt sjónligari felag fyri tey avvarðandi og at vera aktivt luttakandi í viðurskiftum, sum viðkoma demenssjúkum og teirra avvarðandi.
Eitt stig á leiðini er, at nevndin hevur sett eitt skrivstovufólk, sum kemur at arbeiða saman við nevndini um hesar málsetningar. Tað hevði ikki verið møguligt at fingið sett eitt starvsfólk hálva tíð uttan góðan stuðul frá vinum hjá Alzheimerfelagnum, sum við ymiskum átøkum og gávum hava savnað inn pening til felagið. Stóra tøkk til tykkum øll.
Eitt av okkara fremstu aðalmálum er at virka fyri, at øll tilmælini í ???Demensætlanin fyri Føroya??? verða sett í verk. Eitt av mest átrokandi málunum hjá felagnum í løtuni er at varpa ljós á tey, sum hava fingið staðfest alzheimersjúku og eru undir 67 ár. Síðani Eldraøkið varð yvirtikið av kommununum, eru hesi menniskju endað í einum onga manna landi. Við markamótavtaluni er vónandi ein endi komin á hesa ørkymlandi støðu. Men tað loysir ikki avbjóðingina, at vit í Føroyum ikki hava hóskandi dag- og bútilboð til hendan aldursbólkin, og tí er tað umráðandi at fáa staðfest, hvør ið eigur ábyrgdina.
Tann 21.09 er Altjóða Alzheimerdagur og hevur Alzheimerfelagið ætlanir um at varpa ljós á hendan dagin við átøkum, umframt at skipað verður fyri tiltøkum gjøgnum veturin, sum kunnað verður nærri um seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald