JN

Magnus Heinason kannað firðir

...

2014-09-12 04:03 Author image
placeholder

Íaugust á hvørjum ári ger Magnus Heinason ein stuttan túr í nakrar av okkara firðum. Tann 25. august í ár var skipið á Skálafjørðinum, Kaldbaksfirði, Tangafirði og á Borðoyarvík.

Mátingar vórðu gjørdar av m.a. havfrøðiligum viðurskiftum og oxygeninnihaldinum í sjónum, umframt av sedimentinum.

Á Skálafjørðinum er vanligt, at sjógvurin innan fyri Saltnesgrynnuna, frá umleið 40 metra dýpi og niðureftir, er avlæstur um summarið, og tí minkar innihaldið av oxygeni í hesum sjónum, sum summarið líður. Mátingarnar vístu, at á 65 metra dýpi var 2 mg O2/litur, ið svarar til góðan 20% mettleika.

Tað er tætt við miðal hesa ársins tíð. Eisini í Kaldbaksfirði var eitt tunt avlæst lag av sjógvi niðri við botn, og har var oxygeninnihaldið einans 0,5 mg/litur. Í Tangafirði og Borðoyarvík var sjógvurin blandaður heilt niður á botn og nógv var av oxygeni á øllum dýpum.

Kelda: hav.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder