Jenis av Rana, landsstýrismaður í skúlamálum, hevur gjørt av at seta Magnus Gaard í starvið sum rektari í Miðnámi í Vestmanna.
Magnus Gaard er 49 ára gamal, hann er lívfrøðingur frá universitetinum í Keypmannahavn í 1999, og harumframt hevur hann námsfrøðiliga útbúgving. Síðan lokna útbúgving hevur Magnus Gaard undirvíst í nógv ár eitt nú á støðisútbúgvingini á Setrinum, í Miðnámi í Vestmanna og eisini á Glasi.
Eisini hevur Magnus Gaard saman við øðrum stovnað grunnin Føroya Sjósavn, og hann hevur starvast sum savnsvørður á Føroya Náttúrugripasavni tíðarskeiðið 1999 til 2005 og aftur í 2019.
Í sambandi við nýggju breytaskipanina, sum var sett í verk í 2013, hevur Magnus Gaard gjørt undirvísingartilfar til nýggju lærugreinarnar tilfeingisfrøði B og tilfeingi A í Miðnámi í Vestmanna. Hann hevur millum annað eisini lagt til rættis og skrivað stóran part av bókaverkinum Føroya Náttúra.
Nýggi rektarin byrjar í starvinum hálvan januar 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald