Vinna

Magn vil prógva kappingarføri

...

2018-04-25 11:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 SEV bjóðar nú privatfólki og fyritøkum at framleiða streym, men tykist tó ikki hava nakrar ætlanirum at lata upp fyri veruligari kapping frá nýggjum orkuframleiðarum. 

Á Magn hava vit í longri tíð strongt á at fáa liberaliserað elnetið, so vit og aðrir nýggirorkuframleiðarar sleppa at framleiða grønan streym og selja hann beinleiðis til brúkararnar. 

Í orkutemanum í Degi og Viku mánakvøldið vísti SEV-stjórin ikki hesum møguleikanum frá sær,men hann vildi hava prógv fyri, at eitt liberaliserað net fer at elva til lægri brúkaraprísir. 

Á Magn vilja vit taka SEV-stjóran upp á orðið: 

Lova okkum so at prógva tað!Lova okkum at framleiða grøna orku, flyta hana á netinum hjá SEV fyri eitt hóskandi netgjald ogselja hana beinleiðis til brúkararnar. 

Magn hevur júst tikið endaliga stigið inn á grøna orkumarknaðin við at keypa meirilutan í p/fDemich, sum er fremsti føroyski útbjóðarin av hitapumpuloysnum. 

Sleppa vit at gera tað, fara Magn og Demich í felag at kunna bjóða føroysku brúkarunumorkukonseptloysnir, sum við vissu fara at verða kappingarførar í prísi. 

Lova okkum nú at prógva tað, um ikki øll uppáhaldini um kappingarføri ella vantandi kappingarføribara skulu standa eftir sum tømt tos. 

Royndirnar frá telemarknaðinum eiga at vísa øllum, at slík kapping bæði fremur lægri brúkaraprísirog setir ferð á nýskapan. Í kappingarhøpi eru telemarknaðurin og elmarknaðurin sera vælsambæriligir. Áðrenn latið varð upp fyri kapping á telemarknaðinum var mótstøðan stór frá FøroyaTele, og onki skuldi bera til. Allur ivi tí viðvíkjandi bleiv tó ógvuliga skjótt mótprógvaður. Kappinginhevur fingið prísirnar niður, og í dag hava Føroyar ein telemarknað, sum bæði tøkniliga ogviðvíkjandi nýskapan gongur á odda í heimshøpi. 

Alt gott um at SEV nú bjóðar seg at keypa avlopsorkuna frá privatfólki og fyritøkum, ið seta særsmá orkuverk upp, tað veri seg við sólpanelum, vatnturbinu ella vindmyllu ??? ella eitt sindur avhvørjum. 

Tað er rætt at gera brúkararnar tilvitaðar um grøna orku og eggja teimum til við slíkum átøkum. 

Men í samlaða orkuroknistykkinum fer slík privatframleiðsla ongantíð at muna tað stóra. Tí íløgur íprivata orkuframleiðslu eru dýrar, og tað er bara í avmarkaðum parti av føroysku húsarhaldunumog vinnubygningum, at tær lata seg gera. 

Tí fer effektin av nýggja átakinum hjá SEV í ógvuliga lítlan mun at síggjast aftur í øktari grønariorkuframleiðslu. 

Tað fer hon hinvegin, um SEV eisini fer at lata netið upp fyri nýggjum stórframleiðarum av grønariorku. Hendir tað ikki, fer tað hinvegin heldur ikki at eydnast at fáa alla orkunýtslu á landi grøna í2030. 

Tað prógvið kemur av sær sjálvum, tí tað fer ikki at bera til at fáa 16.000 húsarhald at leggja um tilgrøna orku, um heildarloysnir sum tær, ið Magn og Demich hava í umbúna, ikki sleppa upp í part,og nýggir veitarar ikki sleppa at selja el beinleiðis til brúkaran. 

Hendrik Egholmsamtaksstjóri, Magn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder