Mentan

Mads Langer á Voxbotn 2017

...

2017-02-23 10:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Enn eitt navn er komið á plakatina hjá Voxbotn 2017, sum verður 24. juni niðri í Vágsbotni í Havn. Tað er kendi danin Mads Langer, sum kemur til Føroyar í summar at spæla á ársins konsertdegi.

Mads Langer hevur í nógv ár verið virkin sum tónleikari og hevur toppað óteljandi ferðir á donsku hittlistunum. Hann gav sítt fyrsta lag "Breaking News" út í oktober 2005 og lagið gjørdist beinanvegin ???Ugens Uundgåelige??? á P3. Í 2006 kom fløgan "Attention Please" út, sum er framleidd av Søren Balsner úr Carpark North. Fløgan kláraði seg væl og Mads Langer gjørdist skjótt eitt av nøvnunum, ein skuldi halda eyga við.

Í 2009 kom næsta fløgan hjá Mads Langer út, har serliga lagið "Fact-Fiction" gjørdist eitt hitt í Danmark. Í juli 2010 gjørdi Mads Langer altjóða sáttmála við Sony Music, har hann skuldi gera tríggjar fløgur. Tann fyrsta kallast ???Behold???, sum kom út í mai 2011 og sum eisini er framleidd av Søren Balsner umframt Martin Terefe. Fløgan gjørdis nr. 1 á danska iTunes og har serliga løgini "Microscope", "Riding Elevators" og "You???re Not Alone" hava verið nógv spæld. Við fløguni ???Behold??? fór Mads Langer á ein viðfevnda Europa-ferð við fleiri útseldum konsertum í fleiri stórbýum.

Í mars 2013 kom so fjórða fløgan hjá Mads Langer út, sum kallast ???In These Waters???. Her var tað lagið "Elephant???, sum gjørdist tað heilt stóra hittið og endaði sum nummar 1 á danska Bit Track-hittlistanum. Tann 28. desember 2015 gav Mads Langer lagið "3AM???, sum hevur klárað seg stak væl og hevur verið nógv spælt seinastu tíðina.

Nú fáa so føroyingar møguleika at hoyra og uppliva Mads Langer á ársins konsertdegi, har hann fer at spæla øll síni hitt.

Umframt Mads Langer hava fyriskipararnir longu kunngjørt, at Jonas Blue, Thomas Helmig, Gulddreng, Martin Jensen og Signar í Homrum eisini fara at luttaka á Voxbotn 2017. Komandi tíðina verða enn fleiri nøvn avdúkaði.

Forsølan til Voxbotn 2017 hevur gingið sera væl. Ongantíð áður eru so nógv atgongumerki seld í forsølu um hesa tíð, og tí vænta fyriskipararnir, at tað aftur hesaferð verður útselt lang áðrenn tiltakið fer at byrja.

Atgongumerki í forsølu til Voxbotn 2017 fáast í Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Havn, Expert í SMS og á ebillett.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder