Vinna

Lýst verður til landsfund hjá Fiskimannafelagnum

...

2017-11-21 21:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Frá Føroya Fiskimannafelag

Landsfundurin hjá Fiskimannafelagnum verður Fríggjadagin 22. Desember.

Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag í ár verður fríggjadagin kl 10 í Kaffihúsinum Undir Bryggjubakka 16. Morgunmatur verður kl 9:30.
Uppskot til landsfundin skulu vera Føroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14-16, Postboks 58, 110 Tórshavn, í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur fyri landsfundin. Eisini ber til at senda uppskot við telduposti innan somu freist til
[email protected]

Á landsfundinum koma hesi mál til viðgerðar:
1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar.
3. Val av grannskoðara.
4. Ásetan av limagjaldi.
5.Uppskot frá stjórn og sóknum.
6. Annað.

Føroya Fiskimannafelag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder