2017-03-17 14:17
Í sambandi við at umsóknarfreistin at søkja inn á Rásina var 15. mars, hevur Rásin gjørt nógv burturúr at marknaðarføra eftirskúlatilboðið Rásina, sum sæst á rasin.fo.
- Lýsingarátakið hevur riggað væl, og vit hava fingið nógvar fyrispurningar og jaligar afturmeldingar og umtalu. Eisini nógv fólk, ið ikki hava tørv á tilboðnum, ið Rásin veitir, eru komin við jaligum afturmeldingum, sigur Beinta Persdóttir Joensen, leiðari.
Rásini hevur fingið á leið sama tal av umsóknum sum seinast, og tað heldur Beinta vera rímiliga gott, tá ið hugsað verður um, at fleiri miðnámsskúlar nú eisini bjóða tilboð til sama málbólkin.
- KREA hevur gjørt eitt gott marknaðararbeiði fyri Rásina, og okkara virksemi er vorðið munandi kendari í almenna rúminum, sigur Beinta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald