Vinna

Lýsing um aliloyvi til rognkelsisaling á landi í Svínoy

...

2018-06-15 12:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fingið umsókn at ala rognkelsi á landi í Svínoy. 

Við hesum verður sagt frá, at onnur feløg eisini hava høvi at søkja um loyvi at ala rognkelsi á landi í Svínoy. 

Umsókn um aling av rognkelsum á landi í Svínoy skal verða latin aliumsitingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni í seinasta lagi fríggjadagin 29. juni 2018. 

Feløg, sum eru áhuga í at søkja, eiga skjótast gjørligt at venda sær til aliumsitingini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri at fáa vegleiðing um krøv til umsókn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder