2017-09-08 11:22
Í samband við, at tað verður hátíðarhildið, at tað í ár eru liðin 500 ár, síðan Martin Luther tók tað stig, sum gjørdist byrjanin til trúbótina, skipar Tvøroyrar kirkja fyri einum almennum tiltaki í mentunnarhúsinum ???SALT??? leygarkvøldið 9. september kl. 19.
Skráin fyri kvøldið verður:
Kl. 19.00: Jónsvein Bech bjóðar vælkomið.
Kl. 19.05: Felagssálmur: ???Vár Gud er føst og haldgóð borg,??? eftir Martin Luther.
Kl. 19.15: Fyrilestur við Jákupi Reinert Hansen, lektara: Luther í orðum og myndum.
Kl. 19.45: Steðgur, har boðið verður til ein drekkamunn og ábit.
Kl. 20.15: Filmurin ???Luther??? frá 2003.
Kl. 22.30: Endi við felagssálmi: ???O, Gud, hav okkum við títt orð,??? eftir Martin Luther.
??ll eru hjartaliga vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald