Mentan

Lukather: Føroyar eru eitt paradís

...

2017-08-14 13:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

??? Eg hevði ynskt, at restin av verðini var sum Føroyar, skrivar Steve Lukather í heilsan til føroyingar



Leygarkvøldið spældi amerikanski rockbólkurin Toto á Vágbø í Klaksvík. Í tveir dagar frammanundan høvdu liminir í Toto verið í Føroyum, tikið sær av løttum og fingið upplivingar við í viðførið.

Nú hevur gittarspælarin Steve Lukather umvegis Summar Festivalin sent eina heilsan til føroyingar eftir vitjanina her.

- Takk fyri, øll somul. Hetta var eitt av hæddarpunktunum á mínum ferðum í lívinum. Eitt paradís og ein av bestu áhoyrarafjøldunum nakrantíð. Eg hevði ynskt, at restin av verðini var sum Føroyar ??? tit duga at liva, skrivar Steve Lukather millum annað.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder