Sunnudagin 16. oktober klokkan 15, letur Ludvík á Brekku upp listaframsýning í Gamla Seglhúsinum.
Talan er um eina søluframsýning, sum umfatar fleiri enn 20 verk.
Ludvík á Brekku (føddur Breckmann í 1985) er ein føroyskur listamaður, rithøvundur og tónleikari. Hann hevur útgivið tvey yrkingasøvn og hevur myndprýtt fleiri bøkur. Hann var formaður í Rithøvundafelag Føroya eitt stutt skifti í 2015. Hann hevur lisið til lærara í Havn og tók farloyvi eitt ár, fyri at taka listarliga útbúgving á listaháskúla í Danmark, har hann var liðugur í 2014. Hann hevur seinni gingið á Listaháskóla Islands frá 2015. Í 2014 hevði hann listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hann er bróðir yrkjaran Sissal Kampmann, og hevur hann myndprýtt yrkingasøvn hennara.
Framsýningin, sum er ókeypis at vitja, verður opin soleiðis:
Sunnudagin 16. oktober 15:00 - 19:00
Mánadag til fríggjadagur 15:00 - 17:00
Sunnudag 14:00 - 18:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald