Mentan

Lost Frequencies á Okkara Voxbotn

...

2018-11-09 18:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Lost Frequencies framførir á Okkara Voxbotn 2019, og tað verður eitt DJ-Show í heimsflokki. Glóðheiti belguimaðurin er júst kosin at vera nr. 17 á topp 100 listanum millum bestu DJ´arnar í heiminum. Hann er fastur gestur á heimsins størsta DJ-festivali Tomorrowland og á Ushuaia Ibiza Club, sum júst er kosið heimsins besta uttandura diskotek. Hansara sangur ???Are You With Me??? varð kosin ???Hit of the year??? í 2016, og nú sleppa føroyingar at uppliva hann á Okkara Voxbotn 2019, sum verður tann 29. juni.

Á streamingtænastunum er tónleikurin hjá honum ómetaliga nógv spældur. Bara á Spotify hevur lagið ???Are You With Me??? meira enn 458 milliónir spælingar. Hetta eru ørandi tøl, og tað verður eisini ørandi, tá hann trínur á pallin til Okkara Voxbotn 29. juni.

Forsølan til okkara Voxbotn 2019 er longu byrja, og tey fyrstu 300 atgongumerkini vórðu útseld uppá 30 sek. á www.ebillett.fo og uppá 15 minuttir í Power í SMS. Fyriskipararnir vænta, at tað verður endaliga útselt áðrenn jól.

Atgongumerki fáast í forsølu fyri kr. 650,- í Power í SMS, Fast-handlunum kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á ebillett.fo.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder