Í dag, 14. mai 2019, fer næmingaorkestrið Løkin Band til Hjørring í Danmark á konsertferð. Í Løkin Band eru næmingar í 6., 7., og 9. flokki úr skúlanum við Løkin í Runavík.
Løkin Band skal spæla konsertir saman við einum skúlaorkestri í Horne Skole í Hjørring.
???Konsertirnar verða soleiðis, at vit spæla okkara sangir, tey spæla sínar sangir, og so spæla vit saman til endans.??? Siga tey í Løkin Band. Tey siga eisini, at tey skulu læra teir donsku næmingarnar ein føroyskan sang ??? ???Sorgblídni??? hjá Signar í Homrum.
Umframt skúlakonsertir í Hjørring skulu tey eisini spæla á stóra palli á Aalborg børnekarneval. Har er ein spennandi skrá við nógvum bólkum.
Runavík og Hjørring eru vinarbýir, og er henda ferðin liður í hesum vinarbýarsamstarvinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald