Mentan

Lokalpatriotur 70 ár

...

2016-07-21 11:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Leygardagin verður babba, Oliver Joensen, 70 ár og dagin heldur hann saman við mammu í skotska høvuðsstaðnum. Babba er fyrst og fremst ein lokalpatriotur, har hann í meira enn 40 ár hevur verið blaðstjóri á Norðlýsinum og sum hevur fylt nógv í okkara lívi, hagani eisini flestu minnir okkara eru.

Hugagóð falsaðu vit og flestu kenningar í grannalagnum Norðlýsið, so norðoyingar kundu lesa um tað, ið fyrifórst í lokalsamfelagnum saman við onkrari lokalpolitiskari viðmerking.

Framalaga í minninum eru mongu skíkappingarnar á Langubrekku um vetrarnar, sum heim okkara var so stórur partur av. Um sumrini var Spógvin og Borðoyavíkin við Taravíkini miðdepilin og á Selatrað, har mamma hevur síni ættarbond, settu vit gørn, fiskaðu og fangaðu krabbar og igulker. Eisini vóru vit børn við í høgguslokkarokinum í Árnafirði og á Borðoyavík. Túrar niðan í dunnuhylin í Hálgadali og vesturum at henta ber, eru alt góð minnir um teg sum sannan náttúruelskara.

Soleiðis lærdi tú og mamma okkum sum børn, at elska náttúruna og týdningin av at vera virkin partur av lokalsamfelagnum. Og virkin hevur tú sanniliga verið. Burtur úr rúgvuni kunnu vit nevna, at tú hevur verið týðandi partur av Klaksvíkar Skífelag, sølustevnunum, Sjómannadøgunum, Kópakonuni og núer gongd sett á at skapa eina kavaramiðstøð í Norðoyggjum. Eisini hevur tú verið virkin partur av Heilbrigdinum á Velbastað og hvønn sunnumorgun ruddar tú plenina fyri KÍ. Tú hevur verið ein íðin íverksetari og hevur lagt stóran dent á at stuðla felagsskapum og teimum, sum hava skipað fyri tiltøkum í norðoyggjum.

Vit ynskja at takka tær og mammu fyri góð og minnisrík barna- og ungdómsár. Hjartaliga til lukku við 70-ára degnum, ynskja børn tíni: John William, Jastrid, Jacobina og Hannefía.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder