2013-12-15 21:27
Sum øllum kunnugt herjar ódnarveður um alt landið. Sambært vindmátararnar hjá Landsverk, er vindmegin í hvirlunumí løtuni máld millum 30 og 50 m/sek nógvastaðni í landinum.
Líkt er til at ódnarveðrið heldur fram nakrar tímar afturat og kanska líka til miðnátt.
Heitt verður á fólk um at halda seg innandura og so vítt møguligt ikki koyra millum bygdir.
Heitt verður eisini á fólk, um bert at ringja til 1-1-2 alarmsentralin, tá brúk er fyri bráðfeingishjálp. Fráboðanir um vind- og stormskaða skulu fráboðast til politiið á tlf. 351448
Les eisini: Mesti vindurin verður frá kl. 17 til 21.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald