2016-07-07 14:55
Fríggjadagin kl. 15 byrjar Nordisk Kystkultur Festival 2016 í Vági. Sjálv stevnan verður tó ikki sett fyrr enn norðurlendska- og føroyska regattafylgi koma á Vág. Og verður tað Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum setur Nordisk Kystkultur 2016.
Fríggjakvøldið um 18-tíðina kemur regatta-flotin á Vágsfjørð og verður siglt inn á fjørðin, har grindabátarnir í Vági taka ímóti. Lagt verður síðani til bryggju, og kl. 19.30 verður Nordisk Kystkultur 2016 alment sett.
Skráin fyri setanina er hendan:
Kl. 19.30 NORDISK KYSTKULTUR 2016 VERÐUR ALMENT SETT:
- Tvøroyrar hornorkestur spælir meðan regatta-flotin og bátar leggja at bryggju og fólk koma í land.
- Dennis Holm, borgarstjóri bjóðar vælkomin.
- Aksel V. Johannesen, løgmaður, setir Nordisk Kystkultur 2016.
- Formaðurin fyri felagið Føroysk Træseglskip, Hans Eli Hansen, og formaðurin fyri Felagið Kysten í Norra, Asgeir Svendsen, bera fram heilsan.
- Orðið á borðið luttaka við tónleiki og sangi.
- Dennis Holm, borgarstjóri takkar fyri ??? og heilsar vitjandi og gestum um at njóta Nordisk Kystkultur dagarnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald