Vinna

Lodnukvotan verður nú max. 25.000 tons

...

2018-01-30 09:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í gjár samdust íslendingar og føroyingar um fiskivinnusáttmálan landanna ímillum, eftir at eingin avtalað hevur verið, tað íð farið er av árinum.

Semjan inniber í stórum, at føroyingar nú kunnu fiskað max. 25.000 tons av lodnu, tað var max. 30.000, so vit missa 5.000 tons, tá ið kvotan er stór.

Botnfiskakvotan sum føroyingar fáa við Íslandverður óbroytt 5.600 tons, harav kunnu vit fiskað 2.400 tons av toski.

Íslendingar kunnu fiskað 1.300 av makreli av føroysku makrelkvotuni - Ísland hevur havt loyvi at fiskað 2.000 tons av sild í føroyskum sjógvi, men tað verður ikki í 2018.

12 íslendsk skip hava havt loyvi til ísenn at fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, nú er talið sett til 15 skip.

Les meira HER.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder