Risastóri rapparin Liam O´Connor kemur at framføra á Okkara Tórsfest 2019 tann 20. juli í gongugøtuni í Havn.
Stóri rapparin við sínum harða stíli, hevur ferð eftir ferð prógvað, at hann telist millum tey allarbestu tónlistafólkini í Danmark. Hann er ein royndur harri. Hann hevur verið fastur partur av danska tónleikapallinum í meira enn 20 ár, og hevur júst givið út eina nýggja fløgu;Det danske mareridt ??? Drømmen den er vores. Tónleikurin hjá L.O.C. hevur staðið seg sera væl á danska hválvinum, og hann hevur ferð eftir ferð vunnið virðislønir fyri síni avrik. Hansara framførslur eru eyðkendar sum lívligar, harðar og væl framførdar.
Frammanundan er longu greitt at Suspekt, Dee Snider, Hjalmer Larsen og Halberg & Friends fara at framføra á Okkara Tórsfest 2019. Atgongumerki fáast á ebillet.fo, í Power í SMS og í øllum Fast handlum kring landið fyri kr. 495,-
Okkara Tórsfest er stuðlað av:
Power, SMS, Norðoya Sparikassa, Fast, Hvonn, Atlantic Airways og Okkara.
Tónleikur. Tórshavn. Tað er Tórsfest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald