Mentan

Lega í Zarepta fyri 60+ - Ebenezerlega í Zarepta

...

2017-09-26 08:15 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í seinastu viku var ein forvitnislig lega í Zarepta fyri 60 ár og eldri. Heiti á leguni var: ???Men lívid lær.??? Samkoman í Ebenezer skipaði fyri leguni, id var fyri eldra fólki í samkomuni í Ebenezer, og varð lýst 60+

Ein av fyrireikarunum, Anni Fjallsá, sigur, at áhugin var sera stórur og at húsid var fullsett. Fýra bíbliutímar vóru settir á skránna. Evnini vóru: Samanhald og umsorgan ??? At Bera ávøkst í tolni - Hirdatænasta, royndir og leidbeiningar - og enntá gráhard bera tey ávøkst. Tað vóru ??ssur Berghamar, Jústines Eliassen og hjúnini Elsa og Róland í Skorini, ið høvdu bíbliutímarnar.

Annad áhugavert var eisini á skránni: ??ssur Berghamar hugleiddi um samkomusangin frá sekstiárunum til dagin í dag, við atliti til sangir hjá Brynleifi Hansen og Zacharias Zachariassen. Eisini var kvøldseta har sjóneykan verður sett á, at tad eru 50 ár síðani Zarepta vard tikid í brúk.

??ssur greiddi m.a. frá undir hvørjum umstøðum, ið kórið, ???Eg ynski at tæna Jesusi,??? varð skrivað: ??ssur segði, at Brynleif ynskti at hava eitt temakór til summarleguna í 1970, og í tí sambandinum hevði hann avgjørt, at eitt ørindi í Josva skuldi vera evni tað summari: ???Veljið í dag hvørjum tit skulu tæna.???

??ssur greiddi nakað soleiðis frá: ???Eg og Susan høvdu nógv at gera við at fáa íbúðina klára, í Leivsgøtu 8 úti í Grønlandi, tí vit skuldu giftast um fáar dagar. So bankar á dyrnar, og tað er Brynleif Hansen, sum stendur í hurðini. Hann spyr, um eg kann skriva eitt temakór til summarleguna í ár (1970) og eisini gera lagið til kórið. Eg segði Brynleifi, at eg hevði ringar stundir orsaka brúdleypsfyrireikingar, og at vit skuldu til Onglands seinni í vikuni har brúdleypið skuldi haldast. Men Brynleif strongdi á, og úrslitið var, at eg í skundi skrivaði bæði orð og lag, og ávegis á flogvøllin steðgaðu vit á hjá Brynleifi og Elsu í Vatnsoyrum, og tá vísti eg honum kórið og kunnaði hann um lagið.

Kórið gjørdist ein fulltreffari á summarleguni í 1970, og hevur verið ein sannur Zareptaskattur síðani.

Elsa í Skorini, sum var til ungdómsleguna fyrsta árið í Zarepta í 1965, og sum var 15 ára gomul tá, skrivaði dagbók. Tað var sera áhugavert og skemtiligt at hoyra Elsu, undir kvøldsetuni mikukvøldið, lesa brot úr dagbók síni frá ungdómsleguni í 1965.

Mikukvøldið varð boðið til sjálvtøkuborð, har matskráin var burturav úr havinum ??? hummarar, rækjur, skeljar, laksur og nakað væl afturat. ??ll vóru á einum máli um, at hetta stóð einki aftanfyri fleirstjørna matstøð í útlandinum.

Legan byrjaði týskvøldið 19. september og endaði hósdagin 21. september. Alexandur Samuelsen leiddi kvøldseturnar á ein sera livandi hátt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder