Fólkakirkjan:
Um Sankta Lusiu og lusiuhald
Pól á Kletti
[email protected]
Fríggjadagin 13. desember er lusiudagur. Kvinnunavnið Lusia er sprottið úr latínska orðinum »lux«, ið merkir ljós.
Sankta Lusia er italsk halgikvinna, sum leið pínslaváttardeyðan. Sambært julianska kalendaranum var dagur hennara, 13. desember, ársins stytsti dagur. Í okkara gregorianska kalendara er stytsti dagur 21. desember. Lusia livdi síðst í 2. øld og var av múgvandi fólki í Sisilia. ??ttin búði í Sýrakus.
Sagt verður, at móðir Lusiu gjørdist álvarsliga sjúk, men fekk heilsubót við grøv Sankta Agatu í Catania. Hetta undur rein við ungu Lusiu, sum lovaði at liva ógift. Hon bað móður sína um at fáa arvin, sum hon síðan gav fátækum fólki í Sisilia. Unnusti hennara, sum ikki var kristintrúgvandi, gjørdist frá sær sjálvum í øðini og klagaði hana til rómverska landshøvdingin. Hon varð stevnd fyri rættin av tí at hon var kristin og dømd at fara í skøkjuhús, men sjálvt ikki túsund menn, dráttaroksar og gandakallar kundu fáa hana hagar. So skuldi hon brennast á báli, men logarnir gjørdu henni ongan mun, sjálvt um hon var smurd í bik, harpiks og olju. Tá dró bøðilin svørðið og høgdi høvdið av henni. Tá doyði hon. Alt hetta skal vera hent um ár 300.
Siðurin við lusiugongu, kertuljósum og sangi er ikki gamal, ikki eldri enn góð 90 ár. Í 1927 fekk ein italskur blaðmaður, Guido Valentin, búsitandi í Stockholm, hugskot at skipa fyri lusiugongu har í býnum. Hann arbeiddi hjá »Stockholms Dagblad«. Blað hansara og stockholmsbúgvar annars tóku undir við honum. Og síðan hava fleiri svensk dag- og vikubløð fylgt hesum siði við uttandura lusiugongu. Longu í 1930-árunum var eingin svii í iva um, at Lusia var ein ríkissvensk siðvenja.
Gentukór syngur. Lusigenturnar eru ílatnar hvítar kjólar, bera krans á høvdi og hava kertuljós í hondini. Tann, sum er á odda í sjálvari lusiugonguni hevur ljós í høvuðkransinum.
Sviar hava tó frá gamlari tíð hildið lusiunátt ??? »Lusse-natten«, sum teir siga. Hesin siður hevur verið varðveittur serstakliga í vestara parti av landinum. Á gørðunum vaktu ungar gentur húsfólkið økt fyri dag og buðu teimum drekkamunn við safranbollum afturvið.
Lusia hevur upprunaliga einki havt við jólini at gera, sum vit eisini kunnu døma eftir teimum sangum, ið sungnir hava verið til hetta høvi. Men nú er við lusiugongum talan meira um eitt innandura adventshald við andligum sangi og tónleiki. Sviar hava eitt ótal av lusiusongum.
Onnur Norðurlond hava fylgt svenska døminum og sett lusiuhaldið á laggirnar. Onkustaðni er tað vorðið ein partur av jólaveitslum í skúlunum. Tað er tað í summum førum eisini hjá okkum í Føroyum. Fyrsta árið, Norðurlandahúsið var opið ??? í 1983 ??? varð konsert í húsinum í adventini; ein lusiukonsert við so umfatandi repertoire sum ein jólakonsert. Og hetta gjørdist síðan fastur táttur.
TIL TESS AT FÁAeina mynd av hesari konsertini í Norðurlandahúsinum árini eftir, kunnu vit gera eitt kag í Dimmalætting, sum hósdagin 18. desember 1986 hevur frásøgn frá konsertini leygardagin fyri, sjálvan Sankta Lusiudag 13. desember:
Tey luttakandi vóru barnakórini hjá ??lavi Hátún og Marit Mordal, næmingar og lærarar í Tórshavnar Musikkskúla, Tórshavnar Kamarorkestur og felags kór.
Konsertin byrjaði við eyðkennislagnum »Syngja, dansa glað um jól« og »Vælkomin tú veri, adventin blíð« eftir B. C. Agnestie og Aleksandur Kristiansen. ??ll børnini vóru við. Ein væl vald byrjan við vøkrum, einraddaðum barnasangi. Tó krevur tað serligt pedagogiskt umhugsni, tá ið so nógv børn eru á pallinum í senn, og tú gavst tær far um, at børnini, ið vóru stillað uttast til høgru og uttast til vinstru, ongantíð vóru reiðiliga við.
Undir leiðslu av ??lavi Hátún sungu yngri og eldri børn pólska lagið til »Frelsarin føddur« eftir T. N. Djurhuus og enska lagið til »Vit ynskja nú øllum eini gleðilig jól« eftir A. Kristiansen. Við tí góða sambandinum, sum var millum kórleiðara og sangarar megnaðu børnini væl at syngja fleirraddað og í ketusongi.
Yngsti sangbólkurin hjá Marit sang »Eitt fjós og ein krubba«, enskt lag / A. Andreasen, og »Sovna nú lítla so væl«, eysturríkskt lag / Rói Patursson. Her hoyrdi tú hjartaligan einraddaðan barnasang við týðiligari tekstúttalu. Kanska bilaði eitt sindur í hæddini, men annars heilt reint.
Tey eldru børnini spældu við orðini og nutu ta eyðkendu calypsorútmuna í kenda vesturindiska lagnum »Mary???s boy Child«. Eisini tann seinni sangurin undir leiðslu av Marit Mordal, »Teir heilagu kongar« eftir A. Andreasen og við svenskum lag, gekk væl.
Undir leiðslu av ??lavi Hátún sungu tey eldru børnini ungarska lagið »Einglar tveir« eftir A. Kristiansen. Ein krevjandi sangur við fleiri røddum, har børnini vissuliga sýndu dugnaskap. Vakurt og livandi framborið við rættiligum dynamikki.
VIÐ NISSUH??GVUgingu øll børnini í ring á gólvinum, áðrenn tey savnaðust at syngja »Lítla fitta nissa mín«, »Hví man tað vera so hugnaligt í kvøld?« og »Mær hóvar blómur« undir leiðslu av ??lavi Hátún. Frálíka reinur barnasangur.
Eisini var góður dynamikkur í »Hví man tað vera so hugnaligt í kvøld?« Børnini dugdu ógvuliga væl at framføra góðhýrin í ørindunum og niðurlagnum. Og hástemningur var í høllini tá áhoyrararnir sluppu at taka undir við sanginum »Mær hóvar blómur«. Eitt gott hugskot, sum eydnaðist væl.
Góðan stuðul høvdu bæði børn og kórleiðarar í klaverfylgispælinum hjá Connie Kjeldsen. Hon sat við klaverið til allar sangirnar uttan »Sovna nú lítla so væl« og »Eitt fjós og ein krubba«, her sat Bjarni Restorff við klaverið.
Sum heild kann sigast um barnakórini, at tey sýndu eina sanggleði, eina entusiasmu og dygd, sum góðar vónir eru um í frantíðini.
Heimskenda lagið »Gleðilig jól« eftir Franz Gruber varð framført við violin, floytu og klarinett undir leiðslu av Bjørn Sunnerstam. Onkur tóni kom upp í millum, sum ikki átti at vera har, og onkur var burtur, sum átti at vera har, men sum heild var talan um eitt gott samanspæl.
Menuettin fyri floytu og klaver eftir Mozart gekk eins væl og allegro eftir Sammartini fyri floytu-duo, har spælið var lætt og elegant. Ikki stóð á at spæla allar tónarnar, hóast stykkið var í skjótum tempo.
Mest krevjandi stykkið fyri floytu og klaver mundi vera »Reigen seligen Geister« eftir Gluck, sum tær báðar Barbara og Anva spældu livandi og yndisligt. Ja, undurfullir vóru hesir floytutónar.
Samanspælið hjá Martini Mouritsen gekk sera væl. Klarinettirnar høvdu ein reinan og homogenan klang.
Tempo og fastleiki var yvir spælinum hjá Frúutraðar Folklore Ensemble undir leiðslu av Connie Kjeldsen í russiska lagnum »Polka« og kekkiska lagnum »Doudlebska polka«.
Dimmalætting sigur tað vera at fegnast um, at musikkskúlin eisini er farin at undirvísa í guittarspæli, og hetta var fyrstu ferð, næmingar hava havt framførslu við hesum frálíka streingjaljóðføri. Tað hepnaðist sera væl við akkord- og melodispælinum hjá Jógvani og hansara ungu fyrstaársnæmingum í teimum trimum fólkaløgunum »Hvør skapti blómurnar«, »The Jumble« og »So mild lýsir stjørnan«. Cellospælið riggaði eisini væl saman við guittarunum.
Messingkvintettin, sum var mannað við musikkskúlalærarum, spældi jólaløgini »Jingle Bells«, »Tijuna Takeaway«, »A carol Fantasy«, »Balulalow« og »We wush you a merry Christmas«. Her var einki skinkl, einki lump ella lirk, men eitt frálíkt, reint og trygt og livandi samanspæl við góðum dýnamikki.
Hæddin í fyrru helvt av konsertini var tá øll børnini framførdu Sankta Lusia, ílatin hvít klæði við gyltum bandi og við kertuljósi í hond. Hesin parturin av konsertini eydnaðist sera væl. Myrkt var í høllini, tá ið børnini trinu inn við hvør sínum ljósi. Meðan tey funnu sítt pláss, sang blandað kvinnukór lusiusangin og aftaná sungu børnini lusiusangin. Síðan sang aftur blandað kvinnukór og børnini stillaðu seg í trappurnar og á svalunum. At enda gingu børnini út í erva, syngjandi lusiusangin. Sanniliga eitt prógv um hvat kann fáast burtur úr dyggari instruktión.
Nú var steðgur. Og so sang eitt lítið kvinnukór undir leiðslu av Marit Mordal »Marias Vaggsång« eftir M. Reger. Her hoyrdi tú góðar og klárar røddir. Hóast ein vøggusongur skal syngjast makur og yndisligur, so sungu kvinnurnar kanska nóg so spakuliga.
Marit Mordal sang sjálv kenda sangin »Jul-sång« eftir A. Adams. Klaverfylgispælið hevði Fiona Clark. Vakra rødd hevur Marit, góða artikulatión og tamarhald á andadráttinum.
Okkurt misljóð var í 2. violin og bratch tá ið tempoið var týtt í klarinettkvintettini eftir A. Weber, eitt krevjandi stykki, sum tó hekk væl saman.
Undir leiðslu av Paula í Sandagerði sang felagskór »Jósef og Maria«, sum Pauli sjálvur hevur skrivað. Klaverfylgispælið hevði Bjarni Restorff. Kórið sang her yndsisliga og sigandi. Intonatiónin hjá tenorunum og bassunum var góð.
Eisini hoyrdu vit væleydnaða cubanska jólalagið »Toque« eftir M. Garcìa. Rútmuakkompagnementið høvdu Jógvan (bongo) og Pauli (maracas) og (claves). Sera forvitnisligt at uppliva henda jólasangin við teirri serstøku kubansku rútmuni. Spell at hann ikki tók longri tíð.
Saman við Tórshavnar Kamarkóri sang felagskór enska lagið »Ding Dong« undir leiðslu av ??lavi Jøkladal. Sangurin sigur frá eydnu og gleði, eins og tú upplivdi hana. Skiftið millum røddirnar gekk væl, og lagið hekk væl saman.
Undir leiðslu av Martini Mouritsen spældi Tórshavnar Kamarorkestur tveir satsir úr »Water Music« eftir G. F. Händel. Her stóð kamarorkestrið sína roynd og prógvaði førleika, vit kunnu vænta okkum nógv av í framtíðini.
KONSERTIN ENDAÐIvið »Halleluja« úr oratoriinum »Messias« eftir Händel. Her sang felagskórið saman við kamarorkestrinum undir leiðslu av ??lavi Hátún.
Satsurin gekk allur sum hann var so leikandi lætt. Fastleiki, máttur og tempo var í øllum røddunum. Ein stórfingin og hátíðarligur endi, sum sanniliga hugtók áhoyrararnar.
»Tað sáð, sum er sáað við føroysku musikkskúlunum tykist at hava fest røtur í føroyskum jørðildi. Fleiri nálir spretta. Tað grør um gangandi fót,« verður at enda sagt í frásøgnini í Dimmalætting 18. desember 1986.
SANKTA LUSIA VERÐURsett í samband við meira enn ljós og gleði. Hon er eisini verndarhalgimenni hjá blindum og sjónveikum. Ofta verður hon avmyndað við eini lítlari skál við tveimum eygum. Halgisøgan sigur, at hon stakk bæði eyguni úr sær fyri ikki at freista mannfólk ella sjálv fáa nálg.
Tann fagnaðarsongur, »Sankta Lucia«, ið næstan øll barnagarðs- og skúlabørn syngja, er upprunaliga sisilanskur sangur, yrktur ljósamoynni til heiðurs. Teksturin peikar tó ikki á ta søguligu Lusiu, men er ætlaður lusiugongunum, sum upp eru komnar í nýggjari tíð.
Køvandi svørt er nátt,
lurta hoyr sangin,
missir tú mál og mátt,
ljóð, sum av veingjum.
Tá inn um dyrnar vár
stígur við ljós í hár.
Santa Lucia.
Santa Lucia.
Lusiusiðurin verður nevndur í Svøríki á fyrsta sinni í 1762, tá ein skánskur próstur vitjar múgvandi húski í Vesturgeytalandi. Hann sigur frá, at hann varð vaktur á morgni 13. december av »eini hvíttklæddari ungmoy« við ljósastakum í hondunum. Henni á baki kom onnur kvinna við góðgæti (mati og drekka).
Lusiubrúðrar vóru tær, sum bóru ljós og mat og drekka. Ein siðvenja, sum eftir øllum at døma hevur røtur í týska »Christkindlein«. Í útsynningspartinum av Týsklandi var siður, at eitt »Christkindlein« (Jesusbarn) ??? genta, ílatin hvít klæði ??? við ljósakransi um hárið kom við góðgæti jólaaftan ella jóladag.
Sviar tykjast hava tikið við týsku siðvenjuni seinnu helvt av átjandu øld (sí frásøgnina frá próstinum um vitjanina í Vesturgeytalandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald