2019-11-20 22:53
Vegleiðingarstovan vitjar hósdagin. 21. nov. kl. 15.00 - 18.00
Endamálið við lívslangari vegleiðing er at vegleiða fólk í øllum aldri at menna seg.
Kom og tosa um tínar framtíðarætlanir og vita, hvørjir lestrar-, læru-, og arbeiðsmøguleikar og stuðulsviðurskifti eru.
Vegleiðarar eru Holger Arnbjerg og Kristianna Mortansdóttir.
Tey verða at hitta í stovu 17 á Giljanesi hósdagin 21. novembur frá kl. 15:00 - 18:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald