Mentan

Litrík og livandi á mentanarvikuni í Runavík

...

2019-04-16 16:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Litrík og livandi á mentanarvikuni í Runavík

Mikukvøldið 24. apríl kl. 19 verður Løkshøll karmur um kjak um mentan í Runavíkar kommunu.

Kvøldið er skipað við hugleiðingum og pallborði. Urd Johannesen, sum fyri nøkrum árum síðani orðaði eitt álit um mentanarpolitikk fyri Runavíkar kommunu, leggur høvuðstættir úr álitinum fram, og Jan Berg Jørgensen og ??li Poulsen fara at umrøða ávíkavist films- og tónleikaframleiðslu.

Harumframt verður pallborð við politikarum og vitugum fólkum úr mentanarumhvørvinum, m.a. Una Leitisstein Hansen, Hans Jacob Kollslíð, Sigrun Jónsveinsdóttir og Símun Jóanesarson Hansen. Sveinur Tróndarson stýrir kjakinum, og vónandi verður stórur áhugi hjá áhoyrarum úr salinum at geva sítt ískoyti til kjakið.

Í mentanarálitinum var lagt upp til hesa visjónina, at: Runavíkar kommuna er litrík og livandi og gongur á odda at geva fjøltáttað og dygdargóð tilboð, ið strimbra luttøku, íverksetan og nýhugsan, og fjálga um felagsskapin.

Á mentanarkjakinum í Løkshøll verður sjóneykan sett á visjónina og ítøkiligu hugskotini til átøk á mentanarøkinum. Hugt verður eftir, hvat er framt, og hvat dentur eigur at verða lagdur á í framtíðini.

Vælkomin í Løkshøll mikukvøldið 24. apríl.

Les meira um Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu á visitrunavik.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder