Mentan

Lítið av lunda hevur verið á landi í Mykinesi

...

2019-08-08 12:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Reðin Leonsson skrivar á Facebook:

Hoyrdi beint nu frá ferðaleiðara úr Mykinesi, at orsøkin til at so lítið av lunda hevur verið á landi m.a. í Mykinesi, eru tey nógvu ferðafólkini!! ??? Mangt skal man hoyra.
Hetta er tað ringasta árið eg havi upplivað í míni 70 ár í Mykinesi, men tað skildast so slett ikki ferðafólki, men heilt aðrar orsøkir, nokk einamest føðin.
Tað hevur verið so eigasørt av fugli fram við bjørgunum og eystanfyri á Núgvunesi har ikki eitt einasta ferðafólk kemur. ??ttalilsi hjá nevnda ferðaleiðara er nokk heldur, at ferðaleiðarara lønin kemur nemmari um gingið var 2 triðingar stytri fyri somu pengar. Fuglurin hevur ongantíð verði spakari enn í ár við tí nógva ferðafólkunum. Harfyri eri eg als ikki nøgdur við tey óskipaðu forholdini ið eru viðvíkjandi ferðafólki sum nú er. Eg haldi at hasin sokallaði ransarmaðurin í skipaði fyri útvarpssendingini skuldi tosa við ???lokalar??? Mykinesmenn og ikki við fólk ið einans tosa út frá hvussu nógv tey kunnu forvinna av ferðavinnuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder