

Myndlist er rammuhandil og listhandil. Tey veita ráðgeving og tænastu til bæði ólærd og lærd. Myndlist hevur m.a. sera væl umtóktu Golden málingina úr Amerika, sum mong listafólk hava saknað at kunna fáa fatur á í Føroyum. Harafturat umboða tey merkini Da vinci, Schmincke, Hahnemuhle, St. Petersburg, Molotow og Siemerink. Nú hava tey so eisini gjørt avtalu við Málingahandilin um at yvirtaka teirra listvirksemi og vøruúrval.
Myndlist er ein rímiliga nýggjur handil innan listvørur, ið lat upp í Tórsgøtu í september 2017. Rammuvirksemið hjá Myndlist byrjaði tó í desember 2016, eftir at Astrid og Ragnar keyptu rammuverkstaðin hjá EAG innramming hjá Andrass Godtfred á Argjum, og fluttu handilin í teirra kjallara í Hoyvík. Afturat teimum starvast Edith Mørkøre í handlinum, og hevur hon hollar royndir og vitan innan listvørur.
Myndlist hevur gott samstarv við sínar veitarar úti í heiminum og hevur á vitjan hjá teimum fingið góða vegleiðing í, hvat er nýtt og spennandi á listøkinum.
Í samband við yvirtøkuna fer Myndlist í næstum at hava nøkur serlig tilboð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald